Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Sagtmodig og ydmyg

200,00 kr

Um Jesu stóra kærleika til syndarar.
Hetta er ein bók um Kristi hjarta út frá kendu ørindunum í Matteusarevangeliinum: ”Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu. Takið upp á tykkum ok mítt og lærið av mær; tí at eg eri spaklyntur og eyðmjúkur av hjarta, og tá skulu tit finna hvílu fyri sálum tykkara. Tí at gagnligt er ok mítt, og lætt er byrði mín.” (Matt 11,28-30).
Gjøgnum tey fýra evangeliini læra vit Jesus at kenna. Vit hoyra um hansara lív, deyða og uppreisn. Vit hoyra orð av hansara egna munni. Men bert einastaðni opnar Jesus sjálvur hjarta sítt fyri okkum, nevniliga tá hann sigur: “Eg eri spaklyntur og eyðmjúkur av hjarta” (Matt 11,29). Hvat tað merkir fyri okkum hevur Dane Ortlund sett sær fyri at greiða frá. Við hjálp av bíbilskum lyklatekstum og við inspiratión frá teimum gomlu puritanarunum, letur hann upp Jesu djúpasta sinnalag mótvegis menniskjum – sum eina eggjan til ein og hvønn, sum trilvar seg fram í lívinum. Og hvør ger ikki tað?
Bókin er millum mest seldu kristnu bøkur í USA.