Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Skift fokus

150,00 kr

Hendan frálíka bókin vísir á, at fleiri av teimum rákunum, sum síggjast í barnauppalingini seta felagsskapin til viks. Vit liva í eini tíð, har serligt atlit er til hitt einstaka barnið. Børn verða í stóran mun uppald til at verða sjálvstøðug individ, sum læra at fremja egna dreymar, tørv og ynskir.
Bókin eggjar okkum til at skifta fokus, so at Gud og okkara næsti verða snúðningspunktið í uppalingini. Gud hevur skapað okkum í kærleika, og vit eiga at løna aftur henda kærleika og geva hann víðari. Tað er í lagi at uppala børn til at hugsa um seg sjálvi, men samstundis er tað týdningarmikið, at tey læra at vera nakað fyri onnur. Tað hevur Gud biðið okkum um, tí hann veit, at vit virka best, tá ið vit hjálpa hvørjum øðrum. Tað hava allir uppalarar brúk fyri at læra. So: Les bókina og verð klókari.

 

Rithøvundur: Carsten Hjorth Pedersen
Forlag: LogosMedia
Útgivin: 2017
Blaðsíður: 176