12 ting jeg gerne ville have vidst før vi blev gift
Tey flestu av okkum brúka nógv meira tíð og kreftir til at fyrireika okkum til arbeiðslívið, enn at fyrireika okkum til eitt lívlangt hjúnalag. Gary Chapman hevur nógvar royndir bæði sum parterapeutur og sum hjúnafelagi. Hann ivast ikki í, at orsøkin til nógvar hjúnaskilnaðir er tørvandi fyrireiking til hjúnalagið. Tí hevur hann skrivað hesa bókina sum eina hjálp til teirra, sum ætla at gifta seg, ella eru nýliga gift.
Hetta er ein praktisk bók, full av góðum ráðum, skemti og vísdómi, sum kann hjálpa tykkum at tosa saman um 12 útvald evni, sum høvundurin fegin sjálvur vildi havt tosað við konu sína um, áðrenn tey vóru gift. Gary Chapman hevur eisini skrivað bókina “Kærlighedens 5 sprog”, sum er seld í 8 milliónum eintøkum kring heimin.
Rithøvundur: Gary Chapman
Forlag: Fokal
Útgivin: 2016
Blaðsíður: 196