Bedårende - Det feminine hjerte
Hvør einasta kvinna hevur einaferð verið ein lítil genta, og allar gentur hava sínar dreymar – dreymar um, at prinsurin skal bjarga teimum, um at verða ein partur av einum ævintýri og fáa at vita, at hon er vakurleikin sjálv. Dreymarnir eru nógv meira enn spæl, teir eru loyndarmálið í hjartanum hjá hvørji einastu kvinnu.
Loyndarmálið í kvinnuliga hjartanum var frá byrjan av hugsað sum nakað gott. Ein kelda til gleði. Hjartað er miðdepil í allari skapanini. Ynskini hjá smágentuni og longsulin hjá vaksnu kvinnuni spegla tað lív, sum Gud hevur skapað hvørji einastu kvinnu at liva. Gud býður sær, sum hetjan í ævintýrinum, at bjarga hjartanum hjá hvørji einastu kvinnu og loysa hana til at liva fult og heilt sum kvinna. Ein kvinnu, sum veruliga er undurfull.
Rithøvundur: Stasi & John Eldredge
Forlag: ProRex
Útgivin: 2005
Blaðsíður: 256