Nøgne uden skam
Tann kynsliga kollveltingin hevur kanska meira enn nakað annað ávirkað okkara mentan, og fullkomiliga broytt okkara áskoðan á kærleika og kynslív. Bókin greinar bakgrundina fyri tí kynsligu kollveltingini og vísir ta ávirkan og avleiðingar, hon hevur havt. Upp ímóti tí kynsligu kollveltingini stendur tað klassiska kristna sjónarmiðið á kærleika og kynslív – eitt kollveltandi sjónarmið á kynslív í dag!
Høvundurin fer í gjøgnum bíbliunnar undirvísing – frá skapanini umvegis Hásongin til Jesus og Paulus – og vísir, at Bíblian rúmar eina veruleikakenda og lívsjáttandi áskoðan uppá kropp, kyn, kærleika og hjúnalag. Eisini verða fleiri av teimum mest vanligu spurningunum og atfinningunum mótvegis tí kristnu áskoðanini á sex svaraðir.
Rithøvundur: Stefan Gustavsson
Forlag: Credo
Útgivin: 2022
Blaðsíður: 248