C.S. Lewis - um lív hansara
        
    Útselt
  
        
  
      
    
  
  
      
      
    
      
      
        198,00 kr
      
    
  
Douglas Gresham hitti fyrstu ferð stjúkpápa sín, tá ið hann var átta ára gamal. Tá tók mamma hansara, Joy Gresham, hann og beiggja hansara við sær at vitja C.S. Lewis á The Kilns.
Tey næstu tíggju árini livdi hann nær Lewisi. Hann kendi umsorgan hansara, hann var við í øllum dagligum virksemi, og hann lýddi á C.S. Lewis, tá ið hann segði søgur úr lívi og bókum sínum. Í Douglasi kveiktist kærleiki til stjúkpápan, sum ongantíð bliknaði.
Í fjálgum ljóma lýsir sjeyti ára gamli Gresham tann gerandis-Lewis, hann kendi og støðugt hávirðir sum hitt besta kristna menniskja, hann hevur kent.
Rithøvundur: Douglas Gresham
Forlag: Bókadeild KFUMs
Útgivin: 2016
Blaðsíður: 202