Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Gud, hvorfor sover du?

Útselt
200,00 kr

Kendi klassikarin hjá Leif Andersen, sum er seldur í meira enn 6.500 eintøkum.

Bíblian kennir væl tann størsta óttan av øllum – óttan, sum okkara tíð heldur seg hava einarætt til: Er Gud horvin? Hann spyr ikki beinleiðis, um Gud er, men hann spyr javnan, hvar Gud er. Hevur hann vent okkum bakið? Er hann sovnaður? Hvat ger hann yvirhøvur? Og hetta er ikki ein spurningur, ein gongur og lúnast við fyri seg sjálvan. Við øllum gudsbarnsins treysta ósmædni rópar ein til henda ófatiliga Gud, hví hann ikki skjótt vaknar. Hvat er yvirhøvur meiningin? – meiningin við at fara frá okkum, sum rópa á hann, meiningin við at lata okkum standa einsamøll og gráta og rópa upp í ein tóman og tigandi himmal? Hvør eigur skyldina í líðingini? – er tað okkara egna skyld? – er tað djevulin, sum herjar ótarnaður við Gudi sum tigandi áskoðara? – ella er Gud eisini aftanfyri tað óskiljandi og trupla, sum rakar okkum? Spurningarnir eru týðandi og truplir.

Leif Andersen greiðir frá Bíbliunnar svarum á ein tankavekjandi, sannførandi og loysandi hátt. Við sínum mergjaða máli oysir hann út av einum frígerandi og víðgongdum gleðiboðskapi. Bókin kom út fyrstu ferð í 1987, og hon hevur verið nógv eftirspurd síðan tá.

 

 

Rithøvundur: Leif Andersen
Forlag: Lohse 
Útgivin: 1987
Blaðsíður: 192