Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Sat fri - Hjerte i livet

Spar 33%
Uppruna kostnaður 200,00 kr
135,00 kr

Hjerte i livet er ein stríðsbók. Tí tað er eitt stríð um hjarta. Tað er váðaverk at fylgja hjartanum. Og tann ið torir skal sanna, at stríðið er alt annað enn meinaleyst.

Bókin er ein áheitan og ein innbjóðing: ein áheitan til broyting í einum kristinlívið, sum er stirðna í "rutinum" og ein innbjóðing til at hoyra røddina í tínum hjarta. Tí tað er gjøgnum títt hjarta, at Gud ynskir at broyta heimin.

Hjerte i livet tekur teg á eina ferð gjøgnum tína fortíð, fyri at vísa tær títt hjarta og greiða tær frá, hví hjarta er sum tað er, hvussu tað kann lekjast, og hvussu tú kanst vaksa í trúnni á Kristus.
Um tú vilt koma fram á tað lív, sum Kristus lovaði, og ikki bara vera nøgd við at vera "ein fitt genta" ella "ein fittur drongur", so er Hjerte i livet nakað fyri teg!

Í Født vild - det maskuline hjerte og Bedårende - det feminine hjerte bjóðar John Eldredge monnum og kvinnum at endurfinna teirra mannligu og kvinnuligu hjørtu. Í Hjerte i livet bjóðar hann øllum - monnum og kvinnum - at finna og endurfinna við øllum tess innihaldi, tað sum Jesus Kristus lovaði. Tað er tað, Kristus kann gera við teg - vekja teg til lívs, gera teg heilan og seta teg frían.

Rithøvundur: John Eldredge
Forlag: ProRex
Útgivin: 
Blaðsíður: 252