Barmhjertighedens bølger
Bókin er ein søgulig skaldsøga eftir Lynn Austin. Hon er um tvær kvinnur, ið livdu í Amerika í 1800-talinum, og hvørs lív verða flætta saman tvørturum ættarlið.
Sum 17 ára gomul fór Geesje úr Hollandi og ferðaðist tvørtum um Atlantshavið fyri at byrja eina nýggja tilveru í Michigan. Tá býurin 50 ár seinni, í 1897, hevur hátíðarhald, verður hon biðin um at skriva sínar endurminningar. Hetta, at líta aftur um bak, vekir pínufull minnir – og fjaldar sannleikar – aftur til lívs.
Ikki langt haðani roynir tann unga Anna at koma yvir brotið við sín trúlovaða, samstundis sum hon stríðist við eina afturvendandi marru og ein longsul eftir at finna sína egnu trúgv.
Hvørki Geesje ella Anna kunnu frammanundan síggja tær stóru kollveltingar, sum bíða teimum, áðrenn summarið er farið.