Víðari til innihald
Vit eru í summarferiu frá 11. juli til 7. august. Hesa tíðina verða bíleggingar ikki avgreiddar.
Vit eru í summarferiu frá 11. juli til 7. august. Hesa tíðina verða bíleggingar ikki avgreiddar.

Jesus er Guds ord

175,00 kr

Bókin er ein andaktsbók, har grundað verður fyri Sálmarnar í Gamla Testamenti. Hetta er ikki ein vanlig andaktsbók, men heldur ein lýsing av tí, sum høvundurin persónliga hevur fingið burturúr at lesa Sálmarnar. Í fyrsta umfari er hetta skrivað til persónliga uppbygging (m.a. í bíðitíðini sum hýruvognsførari í Keypmannahavn), og seinni kom so tankin um at geva tað víðari til onnur.
Tað er ein andakt til hvønn av sálmunum – og 22 til tann langa sálma 119. Hvørt petti tekur støði í einstøkum versi ella boðskapi úr dagsins sálmi.
Bókin er livandi og viðkomandi.  Í bókini verður við persónligum dømum og royndum víst til eitt lív í uppgerð við synd, og til troyst í Jesusi. Tað er djúp sálarrøkt, sum ofta vísir til aðrar bíbliutekstir og prædikur, sangvers, bøkur og frásagnir, sum høvundurin sjálvur hevur fingið hjálp burturúr.

 

Rithøvundur: Filip Hjorth Kofod
Forlag: LMBE
Útgivin: 2022
Blaðsíður: 235