Víðari til innihald
Vit eru í summarferiu frá 11. juli til 7. august. Hesa tíðina verða bíleggingar ikki avgreiddar.
Vit eru í summarferiu frá 11. juli til 7. august. Hesa tíðina verða bíleggingar ikki avgreiddar.

Liv og lovsang

Útselt
150,00 kr

Til tín, sum hevur eina tænastu í meinigheitini við lovsangi – ella onkrum heilt øðrum – og ynskir at brúka tína náðigávu. Bókin er skrivað av einum lovsangsleiðara, sum gevur sínar royndir víðari. Bæði viðvíkjandi tí rúmd, sum lovsangur hevur í meinigheitini, men í størri mun eisini um, hvussu hvør einstakur okkara livir við Gudi í tí tænastu, vit eru sett í. Tænastan er ikki bara meinigheitin, men hongur

saman við tí lívi, vit liva. Bob Kauflin er bersøgin tá hann greiðir frá um sínar egnu trupulleikar við tónleiki, tænastu, sjálvsøkni, samleika og fiasko. Hann førir okkum trygt gjøgnum Bíbliuna og vísir okkum til sjálvt endamálið við øllum: At tilbiðja og upphevja Jesus.

 

Rithøvundur: Bob Kauflin
Forlag: Credo
Útgivin: 2012
Blasíður: 349