Víðari til innihald
Vit eru í summarferiu frá 11. juli til 7. august. Hesa tíðina verða bíleggingar ikki avgreiddar.
Vit eru í summarferiu frá 11. juli til 7. august. Hesa tíðina verða bíleggingar ikki avgreiddar.

Lysets kraft

Útselt
250,00 kr

Rakettálop, ung, sum kasta steinar, blóðbað og sjálvmorðsbumbur. Lívið í Miðeystri fær ofta yvirskriftir – og tær eru sjáldan positivar. Tey mongu stríðandi áhugamálini í økinum eru ein viðkvom  blanding, ein bumba, ið kann bresta hvørja løtu.

Í bókini eru ein røð av søgum, tú ikki hevur hoyrt um í tíðindunum. Søgur um sátt mítt í beiskleikanum, vón mítt í hatrinum. Um spírandi frið. Um ljósins kraft mitt í tí svartasta myrkrinum.

Bróður Andreas sigur frá, hvussu hann ígjøgnum nógv ár hevur leitað til menniskju á ymsum síðum í stríðunum í Miðeystri fyri at skilja teirra fortreytir og tørvir, fyri at vitna um Jesus, og fyri at stuðla og eggja teimum kristnu til at lata Guds ljós skína.

 

Rithøvundar: Broder Andreas & Al Janssen
Forlag: Lohse
Útgivin: 2012
Blaðsíður: 348