Víðari til innihald
Vit eru í summarferiu frá 11. juli til 7. august. Hesa tíðina verða bíleggingar ikki avgreiddar.
Vit eru í summarferiu frá 11. juli til 7. august. Hesa tíðina verða bíleggingar ikki avgreiddar.

Mín stóra søgubíblia

Útselt
275,00 kr

Mín stóra søgubíblia lyftir upplivingina at lesa eina barnabíbliu til nýggjar hæddir. Glaða frásøgan hjá Tom Wright er myndarík við djúpum alski til Skriftirnar. Og eins og hann vandaliga endurgevur hvørja søgu, so letur Tom Wright lesaran uppdaga, hvussu einastandandi væl bíbliusøgurnar eru tvinnaðar saman. Og hvussu tær skapa ta stóru søguna um Guds ætlan at fáa alt aftur á beint, tá ið himmal og jørð verða eitt.
Um tú lesur hesa barnabíbliu fyri teg sjálva/n ella fyri øðrum, so vilt tú fegnast um bíblisku afturljóðini og myndafrøðiligu sambondini, ið tilsamans skapa hesa stóru søgu. Og ikki nóg mikið við hesum, tí mín stóra søgubíblia sigur ikki bara frá nøkrum, ið fyrifórst í gamlari tíð: Hon fortelur eina livandi og viðvarandi søgu - søguna um Gud, ið vissuliga býður tær at gerast partur av henni!

Undir tittul
140 sannar søgur frá Fyrstu Mósebók til Opinberingina
Týðari
Jón Magnus Joensen
Teknari
Helena Perez Garcia