Víðari til innihald
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.
ÓKEYPIS útbering um allar Føroyar, um tú keypir fyri meira enn 500 kr.

Skilt - men ikke fra Gud

Útselt
75,00 kr

Ein hjúnaskilnaður er altíð ein hending við mongum brigdum og stórum persónligum kostnaðum, bæði fyri parið og teirra møguligu børn. Harumframt fær hjúnaskilnaðurin víðfevndar avleiðingar fyri familju og vinir. Tá ið hjúnaskilnaðurin verður veruleiki millum kristin, nertir hann við enn eina dimensjón: sambandið við Gud.

Í hesi bókini koma fleiri kristin, sum hava havt hjúnaskilnaðin sum ein part av lívinum, til orðanna. Opið og erliga greiða tey frá, hvat ið hjúnaskilnaðurin gjørdi við tey, bæði menniskjaliga og andliga. Í bókini er tí eisini nógv pína, men hon er samstundis ein vitnisburður um, at tað hóast alt er møguleiki fyri einum góðum (kristin)lívi – eisini hinumegin hjúnaskilnaðin.

 

Rithøvundur: Steen Møller Laursen
Forlag: Lohse
Útgivin: 2012
Blaðsíður: 144