Víðari til innihald
Vit eru í summarferiu frá 11. juli til 7. august. Hesa tíðina verða bíleggingar ikki avgreiddar.
Vit eru í summarferiu frá 11. juli til 7. august. Hesa tíðina verða bíleggingar ikki avgreiddar.

Søgan um sunnudagsskúlan

200,00 kr

Úr kirkju- og missiónssøguni 6

Tann rætti sunnudagsskúlin ber skapandi og lívgevandi evni í slr. Tað var kanska eitt orð úr Bíbliuni - ein sangur ella ein regla í einum sangi - ein søga ella kanska tað, at tú sá, hvussu góður sunnudagsskúlalærarin var við teg - kanska var tað okkurt av hesum, sum festi seg og skapaði so við og við tína andligu tilveru, tín lívsvísdóm, tína trúgv á Gud.

Hetta er søgan um sunnudagsskúlan í øllum bygdum og býum kring landið, frá byrjan og heilt fram til okkara dagar. Nomið verður eisini við byrjanina til altjóða sunnudagsskúlarørsluna.